Kunnu fiska í tvær vikur

Kunnu fiska í tvær vikur
Næraberg og Slættaberg sleppa at fiska svartkjaft av felagskvotuni til á middegi 26. juni
 
12.06.2017 - 14:21

Hanus Hansen, reiðari, fekk fríggjadagin boð frá Vørn um veiðiloyvini hjá Nærabergi og Slættabergi, sum skipini fingu 22. mai. Skipini hava fingu veiðiloyvini hjá línuskipunum Helenu og Eysturoyingi, sum fáa tey aftur 26. juni.

Línuloyvi kunnu ikki flytast frá línuskipum til uppsjóvarskip, sambært Løgtingsins umboðsmanni. Óla Jákup Kristoffersen, advokatur hjá Hanusi Hansen, sigur, at fráboðanin frá Vørn eftir hansara tykki ikki er samsvarandi fyrisitingarlógini.

Tí hóast reiðaríið fær freist at koma við hoyringarsvari tann 23. juni, so stendur í fráboðanini, at avgerðin um at lata Nærabergi og Slættabergi veiðiloyvini verður sett úr gildi á middegi 26. juni, um tvær vikur.

SÍ EISINI Fiska framvegis svartkjaft

- Avgerðin er longu tikin, hóast vit skulu eitast at fáa høvi at koma við hoyringarsvari, sigur Óla Jákup Kristoffersen.

Elmar Højgaard, stjóri á Vørn, sigur, at talan er ikki um eitt ætlanarskriv, sum er sent, men um eina avgerð. Tað er gjørt eftir boðum úr Fiskimálaráðnum, sum vildi hava hoyringarfreistina við.

26. juni er fiskiskapurin eftir svartkjafti í hesum umfarinum væntandi liðugur. Okkurt um 20.000 tons eru eftir av felagskvotuni, sum var 70.000 tons.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. februar
EM-tíðindi 2. februar 2026
203589
Mánadag 2. februar
Góðan morgun Føroyar
203581
Mánadag 2. februar
Morgunlestur mánadagur 2.februar 2026
203551
Sunnudag 1. februar
Møti í Lívdini
203560
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450