Landsverk: Eldfima tilfarið ikki brúkt í Føroyum

Landsverk: Eldfima tilfarið ikki brúkt í Føroyum
Landsverk kennir ikki til, at eldfima byggitilfarið, cellplast, er brúkt í Føroyum. Bygma Balslev sigur seg heldur ikki kenna til byggitilfarið
Eldfima byggitilfarið, cellplast, sum eini háhús í London vórðu bjálvað við, er ikki brúkt í Føroyum, siga Landsverk og ein byggifyritøka
 
26.06.2017 - 12:31

Cellplast verður ikki nýtt sum byggitilfar í Føroyum. Í øllum førum kennir Landsverk ikki til at tað hevur verið nýtt, og hjá Bygma Balslev siga tey seg heldur ikki kenna til tilfarið.

Háhúsini sum brendu í grund í London herfyri, vórðu bjálvað við cellplast, sum er sera eldfimt. Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki sigur, at brunalógin forðar fyri, at slík bjálving verður nýtt.

Kanska í garasjuhurðum

Eftir hendingina í London, er Landsverk farið at kanna málið, men tey kenna einki til at cellplast verður nýtt sum bjálving, sigur Ewald Kjølbro.

Tað einasta, sum cellplast kann hugsast at vera í, er í garasjuhurðum, verður upplýst hjá Bygma Balslev. Bygma Balslev er í ferð við at kanna, hvat tilfar talan er um, tí eingin áhugi er fyri at selja slíkt tilfar, sum vandi kann standast av.

Tað sum verður nýtt til at bjálva við í Føroyum, er steinull og glasull, sum er trygg bjálving, tí eldur kemur ikki í ullina, og heldur ikki kemur nakar vandamikil roykur frá ullini, um eldur kemur í. Ullin brennur ikki, men hon bráðnar tá hitin kemur upp í 1400 stig.

Háhúsini í London bjálvað við cellplast

Háhúsini sum herfyri brendu í grund í London, vórðu bjálvað og klødd við cellplast. Talan var um klæðing av aluminium við cellplast sum bjálving í miðjuni.

Síðani er komið undan kavi, at cellplast er nógv nýtt bjálvingarevni seinastu árini, tí talan er um bíliga bjálving.

Svenska Kringvarpið, SVT, hevur gjørt nógv burturúr hendingini, og hevur m.a. víst á fleiri eldar í bygningum í Svøríki, sum vórðu klæddir við cellplast.

SÍ EISINI Fleiri eru væntandi deyð enn frábonanirnar nú siga

Víst verður á, at cellplast er trygt sum bjálving, um tað verður rætt nýtt, og tá er kravið, at cellplastið verður fjalt av betongi, ella at pussað verður uttaná.

Í Svøríki er cellplast nógv nýtt seinastu árini, og SVT, vísir á, at hús í tíggjutúsundatali í Svøríki, eru bjálvað við cellplast, og at fleiri stórir eldsbrunar, seinastu árini, kunnu tengjast saman við bjálvingina, upplýsir SVT.

Tað sum er neyðugt, er, at celloplast bjálvingin verður nýtt á rættan hátt, og tí er neyðugt at allir bygningar verða góðkendir av einum triðjaparti, sum skal syrgja fyri, at arbeiðið er gjørt á rættan hátt, sigur ein brunaserfrøðingur við svenska sjónvarpið.

Eisini brúkt í Týsklandi

Í Frankfurt í Týsklandi kom eldur í eini háhús í 2012, sum vóru bjálvað við cellplast. Tá fóru myndugleikarnir undir at kanna viðurskiftini, og hóast listin ikki er endaligur, so siga myndugleikarnir seg kunna prógva, at 100 eldar frá 2001 til 2017 kunnu knýtast at celloplasti.

Í Svøríki verður mælt til at bjálva við steinull ella glasull, sum eisini verður gjørt í Føroyum. Tí tað verður mett at vera tryggasta bjálvingin.

Í Týsklandi sigur brunastjórin í Berlin, at tíðin er komin til at seta forboð fyri allari bjálving, sum kann brenna. Í Týsklandi er bjálving sum cellplast ikki loyvd í bygningum sum eru hægri enn 22 metrar, tí so høgt røkka stigarnir hjá sløkkiliðunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444