Hevði loyvi at úttala seg

Hevði loyvi at úttala seg
Skúlastjórin í Nonnuskúlanum, Selmar Jacobsen, hevði loyvi at úttala seg í einum máli um at seta á stovn framhaldsdeild í skúlanum
Selmar Jacobsen hevði loyvi at úttala seg í einum máli um at seta á stovn framhaldsdeild í Nonnuskúlanum, tá hann var skúlastjóri, sigur Løgtingsins Umboðsmaður
 
28.06.2017 - 15:55

Tað er niðurstøðan hjá Løgtingsins Umboðsmanni, til eina kæru frá Lærarafelagnum. Umboðsmaðurin metti, at skúlastjórin ikki hevði úttalað seg sum privatpersónur í málinum.

Boðini frá Mentamálaráðnum skuldu tí ikki viðgerast sum ein spurningur um brot á talufrælsi hjá almennum settum starvsfólki, men sum ein spurningur, um múlabandið frá Mentamálaráðnum vóru innan fyri ella uttan fyri karmarnar av leiðslurættinum.

Um avgerðin varð tikin við atliti at vanligum fyrisitingarligum grundreglum. Umboðsmaðurin er komin til ta niðurstøðu, at boðini frá Mentamálaráðnum ikki vóru saklig og ikki stóðu mát við ítøkiligu støðuna í málinum. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
Breddin: Grønland og verjuavtalan
213727
Mikudag 23. september
Vágskálin: Tóroddur kortsluttar vit og skil
213414
Mikudag 23. september
Skratsj 23. septembur 2026
213696
Mikudag 23. september
Eitt korter við klassiskum - 23. sep 2026
213680
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650
Mánadag 21. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213602
Mánadag 21. september
Veðrið
213585