200 milliónir í halli

200 milliónir í halli
Skipini hjá Skansa Offshore eru niðurskrivað 145 milliónir krónur. Eginpeningurin hjá felagnum var negativur við árslok 2016
 
29.06.2017 - 09:15

P/f Skansin Offshore hevði 200 milliónir krónur í halli í fjør. Sjálvur raksturin gav 26 milliónir í halli. Tað var væntað, sigur felagið í tíðindaskrivi.

Skipini hjá felagnum eru niðurskrivað 145 milliónir krónur. Eginpeningurin hjá felagnum var negativur við árslok 2016, hann var tá minus fimm miliónir.

Fíggjarstøðan javnvigaði við 979 milliónum við árslok. P/f Skansin Offshore hevur tikið stig til at betra støðuna, verður sagt í tíðindaskrivi. Felagið fekk í fjør lutvísar avdráttarskáar til 2018.

Gjørt fimm ára sáttmála við Statoil

Annars hevur felagið skáa til 2021 at rinda skuld, felagið hevur fingið 25 milliónir krónur í nýggjum kapitali frá partaeigarunum, rentan á lánum er lækkað, skuld er strikað og løgd um.

Hetta ger, at eginpeningurin nú er komin upp í 200 milliónir krónur røttu megin botnlinjuna. P/f Skansin Offshore hevur fingið fimm ára sáttmála við Statoil frá 1. oktober í ár.

Felagið hevur eisini aðrar sáttmálar fyri skipini hjá sær. P/f Skansin Offshore eigur og rekur fimm frálandaskip.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425