Vøksturin heldur fram

Vøksturin heldur fram
Meira enn 36.000 ferðafólk komu og fóru um Vága Floghavn í juni í ár, samanborið við góð 29.000 ferðafólk sama mánað í 2016
Talið á ferðafólkaum, sum fara um Vága Floghavn, heldur fram at vaksa
 
03.07.2017 - 14:07

Talið av ferðafólkaum, sum fara um Vága Floghavn, heldur fram at vaksa. Meira enn 36.000 ferðafólk komu og fóru um Vága Floghavn í juni í ár, samanborið við góð 29.000 ferðafólk í juni í 2016.

Tað eru 24,6 prosent samanborið við juni í fjør. Higartil í ár eru 149.272 ferðafólk komin og farin um flogvøllin, - tað eru gott 18.000 fleiri, enn somu tíð í fjør, skrivar Vága floghavn á heimasíðuni.

Floghavnin roynir at menna umstøðurnar við flogvøllin fyri at fylgja við vøkstrinum í ferðafólkatalinum. Parkeringsøkið verður í løtuni útbygt, og seinni í hesum mánaðinum væntar Vága Floghavn at kunna hýsa 820 bilum á parkeringsøkinum við flogvøllin. 

Tá ið parkeringsøkið er liðugt, skulu lonir byggjast út á parkeringsøkið, soleiðis at fólk í mest møguligan mun kunnu koma til og frá bilinum uttan at gerast vát. Hetta arbeiðið verður væntandi liðugt í novembur í ár, sigur Vága Floghavn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Reyðir kjálkar
216033
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096