Betri bakkar og broytir leiðslubygnað

Betri bakkar og broytir leiðslubygnað
Súni Schwartz Jacobsen heldur ikki fram sum forstjóri í Betri Trygging og Betri Pensjón eftir áheitan frá Tryggingareftirlitinum.
 
07.07.2017 - 18:26

Betri samtakið tillagar nú leiðslubygnaðin. Tað boðar felagið frá í tíðindaskrivi fyri løtu síðan.

Tryggingareftirlitið góðkennir ikki, at forstjórin í samtakinum eisini er forstjóri í Betri Trygging og Betri Pensjón. Tí verður vent aftur til undanfarna leiðslubygnað í samtakinum.

At Tryggingareftirlitið hevur vrakað nýggja bygnaðin, hevur við sær, at Súni Schwartz Jacobsen ikki heldur fram sum forstjóri í Betri Trygging og Betri Pensjón.

Hann verður framvegis forstjóri í partafelagnum Betri og Betri Banka.

Jean Djurhuus verður verandi stjóri í Betri Trygging, og Helgi L. Petersen verður verandi stjóri í Betri Pensjón.

Nevndarformaðurin Birgir Nielsen hevði annars ongar ætlanir at broyta leiðslubygnaðin, tá sjónvarpið prátaði við hann síðst í apríl.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424