Grundlógaravhoyring um rúsevnasmugling

Grundlógaravhoyring um rúsevnasmugling
Løgreglan hevur illgruna um, at ein maður, ið kom til landið í gjár, hevur fjalt rúsevni innvortis
 
07.07.2017 - 10:10

Ein maður, um 30 ára aldur, skal klokkan 10:30 til grundlógaravhoyring í Føroya rætti. Kriminalløgreglan hevur illgruna um, at maðurin hevur smuglað rúsevni til Føroyar, og at hann hevur fjalt tey innvortis.

Maðurin, sum skal í grundlógaravhoyrast í Føroya rætti í morgun, varð handtikin á flogvøllinum í gjár, eftir at hundurin hjá tollvaldinum gjørdi vart við mannin.

Nú verður so sonevnd "pottavakt" sett at vakja yvir manninum, til hann hevur gjørt burtur av sær, sigur Hildur Hentze, dagligur leiðari á kriminaldeildini.

Tá verður so staðfest, um maðurin hevur smuglað. Í grundlógaravhoyringini í dag verður tí biðið um at leingja handtøkuna tríggjar ferðir 24 tímar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776