Løstaði maðurin fluttur

Løstaði maðurin fluttur
79 ára gamli danin, sum yvirlivdi fallið í einari gjógv í Saksun mikudagin, er nú fluttur til Danmarkar til viðgerðar
Ein 79 ára gamal maður, sum mikudagin datt oman í eina gjógv eystan fyri bygdina í Saksun, er nú fluttur til Danmarkar við flogfari
 
07.07.2017 - 12:20

Løgreglan er ikki komin nærri einum svari, hvat hendi hendan dagin, men helst hevur annar maðurin verið áhaldsin, sigur vakthavandi á politistøðini, Kristjan Martin Joensen.

Eingin sá tilburðin og løgreglan hevur ikki tosað við mannin enn, tí hann var ikki førur fyri at verða avhoyrdur í gjár. 79 ára gamli maðurin var hóskvøldið so mikið byrgur, at hann kundi fara við flogfari til Danmarkar.

Vanlukkan hendi í Svínagjógv, umleið 400 metrar frá landsvegnum áðrenn komið verður til bygdina í Saksun. Ein 40 ára gamal svii doyði í vanlukkuni, sum hendi um hálvgum trý tíðina mikudagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096