Politiið ikki avhoyrt mannin í deyðsvanlukkuni

Politiið ikki avhoyrt mannin í deyðsvanlukkuni
Politiið hevur ikki avhoyrt mannin, sum yvirlivdi deyðsvanlukkuna í Svínigjógv, tí hann var so illa fyri. Einki illgrunasamt er tó við hendingini
 
09.07.2017 - 12:51

Politiið í Føroyum veit ikki meira um deyðsvanlukkuna norðanvert í Svíngjógv sunnan fyri Saksun seinnapartin mikudagin. Ein 41-ára gamal maður doyði, tá hann sjálvur fall í gjónna. Hin maðurin, sum er 79 ár, fekk stóran skaða.

Men læknarnir á Landssjúkrahúsinum hildu, at hann kundi fara til Danmarkar, har hann býr. Politiið ætlaði at avhoyra mannin, áðrenn hann fór av landinum hóskvøldið, men tað hildu læknarnir ikki var ráðiligt.Poliitið sigur tó, at einki illgrunasamt er við hendingini. Hetta er ein vanlukka. 

Teir báðir menninir vóru í einum ferðalagi, sum taldi tíggju fólk. Tey vóru á veg oman á landsvegin, tá vanlukkan hendi. Menninir, sum fullu, gingu aftan fyri hini í ferðalagum, so eingin sá, hvat hendi. Maðurin, sum doyði, var svii.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. juli
Veðrið
210489
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360