Bíða við kunning

Bíða við kunning
Viðskiftafólkini hjá Betri samtakinum mugu bíða eina tíð áðrenn tey fáa at vita, hví forstjórin í samtakinum er farin úr starvi
 
14.07.2017 - 08:28

Ikki fyrr enn Fíggjarmálaráðið almannakunnger frágreiðingina hjá Bárði Larsen, løgfrøðingi, ella partar av henni, fáa tey nógvu viðskiftafólkini hjá Betri samtakinum og onnur at vita, um frágreiðingin er so tyngjandi fyri Eik og Betri, at Súni Schwarts Jacobsen í gjár fór frá sum forstjóri í Betri banka, Betri samtakinum og Ognarfelagi tryggingar-takaranna.

Fíggjarmálaráðið bað fyrst í mars mánað Bárð Larsen kanna, hvussu TAKS handfór málið um skattafrádráttin hjá Eik. Bárður Larsen varð biðin, tí hann er uttanveltaður og hevur løgfrøðiligar førleikar og servitan um fyrisitingarrætt.

Bárður Larsen varð biðin um at kanna millum annað, um tað var rætt av TAKS ikki at senda fútanum Eik málið at taka støðu til tað revsirættarliga, tað er at melda Eik fyri at bróta skattalógina.

SÍ EISINI Gevst sum stjóri

Fíggjarmálaráðið hevur nú havt frágreiðingina hjá Bárði Larsen í tvær vikur. Betri banki hevur fingið frágreiðingina til hoyringar og skal svara í seinasta lagi í dag.

Ikki er greitt, um Betri eisini hevur fingið at vita, hvat Fíggjarmálaráðið fer at gera við málið. Eingin vil siga nakað um málið. Fíggjarmálaráðið sigur, at haðani kemur onkur fráboðan seinni.

Hvørki nevndin í Betri samtakinum ella nevndin í Betri banka hava nakra viðmerking - aðra enn tíðindaskrivið, sum kom fyrrapartin í gjár. Súni Schwarts Jacobsen hevur ikki verið at hitta. Hann boðaði í gjár frá, at hann hevði valt at siga upp.

SÍ EISINI Skattamálið er nú viðgjørt

Súni Schwartz Jacobsen ásannaði, at nógva umrøðan av Betri í seinastuni gagnar ikki samtakinum. Tí er hann sannførdur um, at virðiligasta loysnin fyri allar partar er, at nýggjar kreftir taka við, stendur í tíðindaskrivi í gjár.

Vit ætlaðu at spyrja nevndirnar í Betri banka og P/f Betri, um niðurstøðan hjá Bárði Larsen er so tyngjandi fyri Eik og Betri, at nevndirnar bóðu forstjóran fara frá. 

Okkurt bendir tó á, at uppsøgnin er komin óvart á nevndirnar, tí eingin var at taka við eftir Súna Schwarts Jacobsen. Eingin fyribils forstjóri er settur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025