Ukrainari skal venja Havnar Svimjifelag

Ukrainari skal venja Havnar Svimjifelag
Havnar Svimjifelag hevur undirskrivað sáttmála við Oleksii Ilchenko
 
19.07.2017 - 15:38

32 ára gamli Oleksii Ilchenko, sum í løtuni er búsitandi í Texas í USA, verður nýggjur høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelagi.

Oleksii er uppvaksin í Ukraina, har hann var elitusvimjari og fleirfaldur junior- og seniormeistari.

Oleksii var partur av ukrainska landsliðsvenjaratoyminum frá 2012-2015, har hann, umframt at vera Commercial Director, serliga tók sær av tí teknisku venjingini.

Í hesum tíðarskeiði vunnu ukrainar sjey heims- og Evropameistaraheitir, ellivu junior Evropameistaraheitir umframt onnur altjóða heiðursmerkir.

Oleksii hevur í hesum sambandi eisini verið við til at vant olympiskar svimjarar. Av hesum er kanska serliga vert at nevna russiska ryggsvimjaran og tvífalda bronsuvinnaran Arkadiy Vyatchanin.

Nýggi høvuðsvenjarin hevur m.a. “Master í Sports Management, Administration and Coaching” frá Henderson State University í Arkansas frá 2017.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542