Kanningarstjórin setast eftir ólavsøku

Kanningarstjórin setast eftir ólavsøku
Løgtingsformaðurin fer at taka støðu til kanningarstjóran, ið skal kanna landsstýrismannin í fiskivinnumálum og løgmann, eftir ólavsøku
Tað verður ikki fyrrenn eftir ólavsøku, at greitt verður, hvør verður settur sum kanningarstjóri at kanna Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, og Aksel V. Johannesen, løgmann
 
20.07.2017 - 17:42

Tað verður ikki fyrrenn eftir ólavsøku, at greitt verður, hvør verður settur sum kanningarstjóri at kanna Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, og Aksel V. Johannesen, løgmann.

Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, sigur, at hann fer ikki at taka støðu til kanningarstjóra fyrrenn eftir ólavsøku.

SÍ EISINI Andstøðan biður um kanningarstjóra

15 løgtingsfólk í andstøðuni, øll uttan Kaj Leo Holm Johannesen, hava heitt á løgtingsformannin um seta kanningarstjóra at kanna, um Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur umsitið sítt málsøki á lógligan hátt í sambandi við veiðiloyvi, sum eru flutt.

Tey vilja, at ein kanningarstjóri kannar landsstyrisskeiðið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, og lutin hjá Aksel V. Johannesen, løgmanni, í málinum um veiðiloyvini.

Teir 15 løgtingslimir vísa til grein 38 stykki 2 í stýrisskipanarlógini, sum vísir á, at tveir fimtingar av tinginum hava rætt til at krevja, at kanningarstjóri verður settur. Løgtingið er í summarfrí, men nýggj tingseta byrjar ólavsøkudag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Eitt stjørnuskot so vakurt
216071
Týsdag 10. november
Ung lesa 2 - 1. partur
216206
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096