Eingin fiskivinnunýskipan á ólavsøku

bannari
Eingin fiskivinnunýskipan á ólavsøku
Samgongulimir siga, at neyðugt er við stórum broytingum, skal undirtøka fáast fyri uppskotinum
 
25.07.2017 - 08:12

Uppskotið um eina fiskivinnunýskipan verður ikki klárt at leggja fram á ólavsøku. Sum skilst á limum í samgonguni, er neyðugt við stórum broytingum, um undirtøka skal fáast fyri uppskotinum. 

Uppskotið um eina fiskivinnunýskipan bar ikki á mál í farnu tingsetu.

Tingformaðurin, Páll á Reynatúgvu, sendi tingið til hús 5. juli, tá uppskotið skuldi koma til aðru viðgerð. Málið fall tí burtur.

Sama dag segði Aksel V. Johannesen, løgmaður, við in.fo, at samgongan er intakt, og at uppskotið verður lagt framaftur á ólavsøku. 

Fimm dagar fyri, at ein nýggj tingseta byrjar 29. juli, er greitt, at uppskotið verður ikki lagt fram á ólavsøku. 

Tað váttar Fiskimálaráðið fyri Kringvarpinum.

Taka partar burturúr

Vit hava tosað við limir í samgonguni, sum siga, at broytingar í uppskotinum eiga at verða gjørdar, áðrenn tað verður lagt framaftur. Millum annað verður sagt, at partar í uppskotinum helst mugu takast burtur, um semja skal fáast um uppskotið.

Uppskotið kann leggjast fram eftir ólavsøku, men spurningurin er, hvussu leingi landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, kann bíða. Verandi fiskivinnuskipan gongur út á nýggjárinum 2018.

Samgongan er tí undir trýsti at avgreiða málið.

Uppskotið skal liggja í Vinnunevndini í minsta lagi ein mánað millum fyrstu og aðru viðgerð, og gongur ov long tíð, fer at standa á at fáa tað avgreitt.

Fiskidagar

Eitt annað uppskot, uppskotið um fiskidagarnar frá 1. september 2017 til 1. september 2018, skal samtykkjast fyri 18. august. 

Tað kann hugsast, at nógv orka verður brúkt til at fáa semju um hetta uppskotið. 

Kringvarpið hevur roynt at fingið eina viðmerking frá Aksel V. Johannesen, løgmanni, og Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, men tað hevur ikki eydnast. okkum. 

Sosialurin hevur róð framundir, at Javnaðarflokkurin umhugsar at skipa nýggja samgongu.

Kringvarpið hevur tosað við Jørgen Niclasen, formann í Fólkaflokkinum, og Bárð Nielsen, formann í Sambandsflokkinum. Hvørgin teirra hevur frætt nakað frá Javnaðarflokkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858