Miðlastuðulsnevndin er mannað

Miðlastuðulsnevndin er mannað
Mentamálaráðið fer tíðliga í heyst at lýsa um møguleikan at søkja miðlastuðul til privatar tíðindamiðlar
 
02.08.2017 - 16:15

Fyrsta Miðlastuðulsnevndin er nú sett. 

Magnus Dam, løgfrøðingur og journalistur, Beate L. Samuelsen, journalistur, og Bergur D. Hansen, bókmentafrøðingur eru vald í nevndina eftir tilmæli frá ávíkavist Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum, Føroyskum Miðlafólkum og Fróðskaparsetri Føroya.

Limirnir í Miðlastuðulsnevndini skulu samlað umboða førleikar, ið fevna um dyggan kunnleika til og innlit í føroysk samfelagsviðurskifti, fjølmiðlar, fíggjarviðurskifti og roknskaparviðurskifti.

Uppgávan hjá nevndini er at býta út miðlastuðulin, sum á fíggjarlógini er tvær milliónir krónur til privatar tíðindamiðlar. Mentamálaráðið fer tíðliga í heyst at lýsa møguleikan at søkja miðlastuðul.

Skeiðið hjá Miðlastuðulsnevndini er trý ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595