Nú skulu lyfti til landsgrannskoðaran haldast

Nú skulu lyfti til landsgrannskoðaran haldast
Aðalorðaskifti verður í tinginum um, hvussu aðalráðini ætla at loysa mál, sum grannskoðanin hevur funnist at
 
02.08.2017 - 15:41

Í september fer løgtingið at hava aðalorðaskifti um lyftini hjá landsstýrisfólkunum um at avgreiða málini, sum Landsgrannskoðanin ger vart við ár eftir ár.

Løgtingsgrannskoðaranir hava fingið eina frágreiðing frá løgmanni, sum hevur spurt øll landsstýrisfólkini. 

Tey hava svarað, nær og hvussu tey ætla at loysa málini, sum Landsgrannskoðanin og løgtingsgrannskoðararnir gera vart við á hvørjum ári.

Hetta er gjørt eftir áheitan frá løgtinginum.

Løgtingsgrannskoðarar áleggja

Løgtingið samtykti í februar eitt uppskot frá løgtingsgrannskoðarunum, har álagt verður landsstýrinum at seta sær sjálvum tíðarfreistir at fáa øll hesi viðurskifti, sum funnist verður at, orðnað. 

Fíggjarnevndin er eisini samd við løgtingsgrannskoðararnar, tá teir vísa á, at tað er skeivt, at tey, sum umsita almennar pengar, kunnu játta sær sjálvum pengar. Tí eiga hægri myndugleikar altíð at góðkenna samsýningar og aðrar ágóðar.

Fíggjarnevndin heldur, at landsstýrið sum skjótast má gera greitt, at hetta eru treytirnar fyri at umsita almennar pengar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 2. august
Tónleikur í 13 øldir (5:10)
210349
Sunnudag 2. august
Guðstænasta úr Eiðis kirkju
211484
Sunnudag 2. august
Møti úr Elim
211469
Leygardag 1. august
Radio Stjernekilde - Partur 11
209138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Tórshavnar Big Band: Minnist tú enn
75425
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327
Mikudag 29. juli
Upp á gólv - Ólavsøkudagur
211375