Brexit: Ein triðingur ætlar at flyta

Brexit: Ein triðingur ætlar at flyta
36 prosent av ES-borgarum í Bretlandi umhugsa at flyta innan fimm ár
 
08.08.2017 - 07:54

Nógvir ES-borgarar, sum búgva í Bretlandi, umhugsa at flyta av landinum næstu árini.

Ein kanning, sum Deloitte hevur gjørt, vísir, at 36 prosent av ES-borgarunum, sum búgva og arbeiða í Bretlandi, umhugsa at flyta innan fimm ár.

Tað skrivar DR.

Tað búgva umleið tríggjar milliónir útlendingar í Bretlandi, sum eru úr øðrum ES-londum.

Fólkaatkvøða

Bretland skal úr ES.

Tað avgjørdi ein meiriluti av bretum á fólkaatkvøðu í fjør. Samráðingarnar um skilnaðin, um Brexit, skulu vera lidnar fyri apríl í 2019. 

Kanningin vísir, at tað serliga eru tey, sum hava langar útbúgvingar, sum umhugsa at flyta úr Bretlandi.

Fyrst í 2018 verður greitt, hvørjar treytir útlendingar skulu lúka fyri at kunna verða verandi í Bretlandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334