Fiskidagar skulu framroknast til 1. juli næsta ár

Fiskidagar skulu framroknast til 1. juli næsta ár
Skipara- og navigatørfelagið hevur sent Vinnunevndini eitt uppskot, hvussu fiskidagar skulu roknast
Annfinnur Garðalíð er formaður í Skipara- og navigatørfelagnum
 
08.08.2017 - 07:48

Ein dagur er komin afturat í meldrinum um fiskidagarnar.

Hann eitur 1.juli 2018.

Dagurin er í skrivi frá Skipara- og navigatørfelagnum til Vinnunevndina hjá løgtinginum, sum viðger uppskotið hjá Fiskimálaráðnum um fiskidagar frá 1.september til 31.desember 2017.

Eins og onnur mælir felagið frá kvotum, men mælir til at halda fram við fiskidøgum.

Felagið skjýtur upp at leggja afturat uppskotinum hjá Fiskimálaráðnum, at fiskidagarnir í 2018 skulu framroknast til 1.juli 2018 í sama lutfalli, sum teir eru frá 1.september til 31.desember í ár. 

Nýggjur útrokningarháttur

Frá 1.juli 2018 skal ein nýggjur útrokningarháttur brúkast, mælir Skipara- og navigatørfelagið til.

Ásetast skal eitt tonsatal fyri hvørt fiskaslag. 

Skipara- og navigatørfelagið nevnir tosk sum dømi. Tonsatalið er 10.000. 

Um meira enn 10.000 tons av toski eru fiskað, tá fiskiárið er liðugt, verða fiskidagar lagdir afturat samsvarandi tí, sum er fiskað meira enn 10.000 tons.

Er fiskað minni enn 10.000 tons, verða færri fiskidagar.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672