Henrik L. Hansen landslækni í Grønlandi

Henrik L. Hansen landslækni í Grønlandi
Tað gongur illa at manna landslæknastarvið í Føroyum, og nú er starvið aftur lýst leyst
Henrik L. Hansen, sum hevur verið virkandi landslækni í Føroyum, fer nú til Grønlands
 
08.08.2017 - 07:59

Virkandi landslæknin í Føroyum, Henrik L. Hansen, verður nýggjur landslækni í Grønlandi.

Tað skrivar grønlendska kringvarpið, KNR.

Henrik L. Hansen tekur við starvinum sum landslækni í Grønlandi 1. oktober.

Landsstýriskvinnan í heilsumálum, Agathe Fontain, er sera fegin um nýggja landslæknan.

- Eg eri sera nøgd við at vit hava fingið ein so royndan og væl skikkaðan umsøkjara. Eg og hini í landsstýrinum gleða okkum til samstarvið, sigur landsstýriskvinnan.

Henrik L Hansen er í løtuni leiðandi embætislækni í Region Syddanmark, umframt at hann er virkandi landslækni í Føroyum.

Gongur striltið í Føroyum

Meðan tey í Grønlandi fáa nýggjan landslækna, gongur tað meira striltið hjá okkum í Føroyum. Henrik L. Hansen hevur verið virkandi landslækni í Føroyum seinastu trý árini síðan undanmaður hansara, Høgni Debes Joensen gavst í starvinum.

Landslæknin er danskt málsøki, men Karsten Hansen, sum var landsstýrismaður í heilsumálum í 2014 ætlaði at yvirtaaka økið. Hetta varð tó av ongum, áðrenn val var í 2015. Og í løtuni eru ongar ætlanir um at yvirtaka málsøkið.

Søkt varð eftir landslækna til Føroyar í mars í ár, men tá var ongin umsøkjari. Nú verður søkt aftur. Hesaferð er umsóknarfreistin 28. august.

Setanarsamrøður vera fyrstu vikurnar í september, og væntað verður, at nýggi landslæknin tekur við 1.november.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV