Umboðskvinna: Tað var medisinskt marijuana

Umboðskvinna: Tað var medisinskt marijuana
Kris Kristofferson hevði medisinskt marijuana uppi á sær, tá hann varð tikin á flogvøllinum í fjør. Tað sigur umboðskvinna hansara.
 
09.08.2017 - 10:40

Mánadagin skal heimskendi kontrysangarin og -sangskrivarin Kris Kristofferson møta í Føroya rætti, tí hann er ákærdur fyri at hava smuglað rúsevni til Føroya. 

Umboðskvinnan hjá Kri Kristofferson, Tamara Saviano, sigur í stuttari viðmerking við Útvarpið, at talan var um medisinskt marijuana, sum Kris Kristofferson varð tikin fyri:

"Kris Kristofferson hevði nakrar dósir við ballaðum medisinskum marijuana á sær, sum lækni hansara hevði útskrivað, og sum er lógligt í Kalifornia. Hetta varð tikið frá honum á flogvøllinum í Føroyum, og hann fekk eina bót á 160 amerikanskar dollarar."

160 dollarar eru 1013 krónur. 

Kris Kristofferson var í Føroyum í fjør ísambandi við eina konsert í Norðurlandahúsinum 1. september, og hann vitjaði aftur í summar, tá hann spældi á ársins G! festivali. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938