Bingjan og vognurin tikin uppaftur

Bingjan og vognurin tikin uppaftur
Bilurin, sum endaði í einum garði niðan fyri vegin í Søldarfirði, verður helst tikin uppaftur í kvøld
Bingjan og vognurin eru tikin uppaftur
Mynd: KvF  
 
10.08.2017 - 08:01

Enn er ikki liðugt at rudda eftir ferðsluóhappið í Søldarfirði seinnapartin í gjár, tá ein treylari fór oman av vegnum. Bingjan, sum var tóm, og vognurin eru tikin upp aftur. 

Men bilurin liggur framvegis har, sum hann endaði í einum garði niðan fyri vegin. 

Hann verður helst tikin upp í kvøld, tá minni ferðsla er enn um dagin.  

Bar við annan treylara

Treylarin fór út av, tá hann bar við ein annan treylara. Tann bilurin fekk ongan skaða.

Men ein persónbilur, sum eisini var við í ferðsluóhappinum, fekk skaða.

Bilførarin í treylaranum, sum fór útav, varð fluttur á Landssjúkrahúsið.

Politiið veit ikki enn, hvør orsøkin var til óhappið. 

Bilførarin, sum er á sjúkrahúsi, verður avhoyrdur í dag, um læknarnir vilja loyva tí.

Harmonikusamanstoytur

Um áttatíðina í gjárkvøldið var eitt ferðsluóhapp við Gøtugjógv.

Ein bilur steðgaði á vegnum. Bilurin aftan fyri hann kláraði at stegða, men tað gjørdu so tveir bilar aftanfyri hann ikki.

Tríggir bilar fingu skaða í hesum óhappinum. 

Tvey fólk vórðu flutt á sjúkrahús til kanningar fyri pínu í nakkanum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522