Fosturtøka: Hugburðurin sum fyri 25 árum síðani

Fosturtøka: Hugburðurin sum fyri 25 árum síðani
Fyri 25 árum síðani vóru líka nógv í Føroyum fyri fosturtøku sum nú. Tó vóru nógv færri fyri fosturtøku í 1998 og einans 9 prosent í 2002
 
18.08.2017 - 11:11

Fyri 25 árum síðani vóru líka nógv í Føroyum fyri fosturtøku sum nú. Men hetta talið fór nógv niður hesi 25 árini. 

Ein kanning í Dimmalætting í 1992 vísti, at 30 prosent vóru fyri fríari fosturtøku. 

Í 1998 hevði Dimmalætting aftur eina kanning. 
Tá vóru 18 prosent fyri fríari fosturtøku. 

Í 2002 vóru uppaftur færri fyri fríari fosturtøku, bara níggju prosent. 
Tað segði ein kanning, sum Gallup gjørdi fyri blaðið Fregnir.


Nú, í 2017, eru tey aftur uppi á 29 prosentum, tí sama sum í 1992. 


Hetta sigur kanningin, sum Lóður gjørdi fyri Javnaðarflokkin í fólkatinginum.
Kanningin varð gjørd frá 14. til 25.juni i ár.

532 fólk í aldrinum 15 til 75 ár vórðu spurd í kanningini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Vágskálin
205823
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791