Altjóða headhuntari leitar eftir stjóra til Betri

Altjóða headhuntari leitar eftir stjóra til Betri
Lýst verður eftir stjóra Betri samtakið. Sambært lýsingini skal stjórin duga føroyskt.
Betri samtakið skal hava nýggjan stjóra. Hann skal duga nógv, millum annað føroyskt.
 
25.08.2017 - 07:06

Betri søkir nú eftir stjóra til samtakið.

Høvuðsuppgávurnar hjá stjóranum eru at ráðgeva og fyrireika nevndarfundir, leiða og samskipa stápseindirnar, hvørs høvuðsuppgávur eru at veita dótturfeløgunum tænastur í fígging, KT, HR, marknaðarføring og ráðgeving, stendur í lýsingini.

Stjórin skal eisini samskipa virksemið hjá P/f Betri við dótturfeløgini og fyrisita íløgurnar hjá samtakinum.

Við tilvísing til nevndina í P/f Betri fær stjórin ábyrgdina av dagligu leiðsluni og at reka P/f Betri.

Stjórin skal í tøttum samstarvi við leiðslurnar í dótturfeløgunum Betri banka, Betri trygging og Betri pensjón tryggja, at samtakið setur og støðugt hevur røttu framtíðarkósina.

Stjórin fær sostatt leiðsluábyrgd av móðurfelagnum og framtíðar íløgum tess.

Harafturat stendur í lýsingini, at Betri samtakið er í eini menningartilgongd, sum stjórin kemur at mynda og hava høvuðsábyrgdina av.

Eigur nógvar pengar

Ognirnar hjá Betri samtakinum vóru 11,5 mia.kr. við árslok 2016. Eginognin var tá 2,8 mia.kr.

Í Betri samtakinum arbeiða 300 fólk.

Deildin í Danmark hjá altjóða headhuntarafyritøkuni Amrop leitar eftir stjóra til Betri.

Umsóknarfreistin er 22.september.

Sambært lýsingini skal stjórin kunna samskifta á millum annað føroyskum.

Súni fór

Súni Schwartz Jacobsen var stjóri í P/f Betri.

Men hann fór úr Betri samtakinum 13.juli. Hann var eisini stjóri í Betri banka.

Mortan Poulsen er fyribilsstjóri í P/f Betri.

Danin Bjørn Mortensen er fyribilsstjóri í Betri banka.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525