Stjórin í Klaksvík bilsin av starvslýsingini

Stjórin í Klaksvík bilsin av starvslýsingini
Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, er bilsin av lýsingini eftir forstjóra fyri øll sjúkrahúsini
- "Eg havi ongantíð skilt tað soleiðis, at evsta ábyrgdin fyri alt Sjúkrahúsverkið skuldi vera í Havn", sigur Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
 
26.08.2017 - 11:20

-Eg havi ongantíð skilt tað soleiðis, at evsta ábyrgdin fyri alt Sjúkrahúsverkið skuldi vera í Havn. Heldur havi eg skilt tað soleiðis, at leiðarin á Landssjúkrshúsinum skuldi hava ábyrgdina av at loysa teir trupulleikar, sum menningarætlanin vísir á.

Tað sigur Heri Ellingsgaard, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Hann er bilsin av starvslýsingini, har tað stendur, at landssjúkrahússtjórin eisini skal vera forstjóri fyri øll sjúkrahúsini.

Sambært Hera Ellingsgaard er tað avgerandi, at evsta ábyrgdin fyri Klaksvíkar Sjúkrahús liggur í Klaksvík:

- Tað, at evsta ábyrdin hevur verið á staðnum, er eftir mínari meting orsøkin til, at Klaksvíkar Sjúkrahús er tað, tað er. Um evsta ábyrdin ikki var í Klaksvík - men hjá stjóranum í Havn - so rokni eg ikki við, at sjúkrahúsið sá soleiðis út, sum tað ger í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Mikudag 14. oktober
Heilsuhornið
214742
Mikudag 14. oktober
Mono (1:4)
214735
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595