19 milliónir fyri 18.000 tons

19 milliónir fyri 18.000 tons
Fiskamarknaðurin hevur selt rættindini til 9000 tons av svartkjafti og 9000 tons av norðhavssild
18.000 tons av uppsjóvarfiski eru í dag seld fyri 1,05 krónur/kilo
 
29.08.2017 - 15:21

Landskassin fekk stívliga 19 milliónir krónur burturúr, tá Fiskamarknaður Føroya seinnapartin seldi rættin at fiska 9000 tons av svartkjafti og 9000 tons av norðhavssild á opnari uppboðssølu.

Sjey keyparar bjóðaðu seg fram á uppboðnum, og seks teirra keyptu.

Næraberg, Borgarin, Norðborg, Tummas T, Jupiter og Nýborg keyptu á opnu uppboðssøluni ídag.

Fiskamarknaðurin upplýsir ikki, hvussu nógv hvørt skipið hevur keypt og fyri hvønn prís. Tær upplýsingarnar kemur Fiskimálaráðið við seinni ídag.

Greitt er tó, at tey 18.000 tonsins av svartkjafti og norðhavssild eru seld fyri 18 milliónir og 983.000 krónur, og tí er miðalprísurin 1,05 krónur fyri kilo. 

Uppboðssølan í dag er tann triðja av tilsamans átta uppboðssølum, sum verða hildnar í august og september.

Í síðstu viku seldu Fiskamarknaðurin og Vørn fiskirættindi fyri 42 milliónir krónur, og í dag hevur Fiskamarknaðurin selt rættindi fyri 19 milliónir krónur afturat. Tískil hevur Fiskimálaráðið, umvegis Vørn og Fiskamarknaðin, selt rættindi fyri tilsamans 61 milliónir krónur higartil í ár.

Hósdagin verður afturlatin uppboðssøla. Tá selir Vørn 9.000 tons av svartkjafti og 9.000 tons av norðhavssild. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 22. juni
RagnarRokk: Aslak Bjørn um Bauta
209100
Mánadag 22. juni
Morgunlestur mánadagur 22.juni 2026
209938
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974