Uppruddingin í Fiskimálaráðnum dregur út

Uppruddingin í Fiskimálaráðnum dregur út
10 vikur eftir at landsstýrismaðurin lovaði løgmanni eftirmeting av fyrisitingini í Fiskimálaráðnum, er arbeiðssetningurin framvegis ikki orðaður
Uppruddingin í Fiskimálaráðnum er ikki byrjað, 10 vikur eftir at landsstýrismaðurin lovaði løgmanni at rudda upp
 
30.08.2017 - 15:29

Tað var hin 18. juni, at Høgni Hoydal lat úr hondum sína frágreiðing um flyting av veiðiloyvum frá línuskipum til uppsjóvarskip. Her skrivar landsstýrismaðurin millum annað, at "øll neyðug stig verða tikin til at rætta mistøkini, eftirmeta fyrisitingina og gera neyðugar broytingar." Alt málið skal lýsast út í æsir, lovar landsstýrismaðurin í kjalarvørrinum á málinum um ólógliga fluttu veiðiloyvini frá línuskipum til uppsjóvarskip.

Lyftið um at rudda upp í Fiskimálaráðnum endurtekur Høgni Hoydal í frágreiðing til løgmann tveir dagar seinni, hin 20.juni.

Løgmaður, sum hevur lógarfesta eftirlitisskyldu við sínum landsstýrisfólkum, festi seg við hetta lyfti frá sínum landsstýrismanni, tá hann 4.juli ger sína niðurstøðu í málinum. Í brævinum til Høgna Hoydal skrivar Aksel V. Johannesen soleiðis:

"Eg havi í tíni frágreiðing eisini fest meg við, at tú í tíni eftirmeting av tilgongdini og fyrisitingarligu mannagongdunum er komin eftir, at fleiri viðurskifti eru í tíni fyrisiting, ið ikki eru nøktandi, og at tú ert til reiðar at taka øll neyðug stig til tess at fáa hesi viðurskiftini í rætt lag. Í fyrsta lagi at rætta mistøkini. Í
øðrum lagi at eftirmeta fyrisitingina og fáa hana at virka til fulnar. Her hugsi eg eisini um, at tú verður at gera yvirskipaðar leiðreglur og mannagongdir fyri, hvussu flytingar av veiðuloyvum skulu umsitast. Lat meg frætta aftur, tá ið tú ert komin á mál við hesum"

Í dag, 30. august, er sonevnda uppruddingin í Fiskimálaráðnum framvegis ikki byrjað.

Kringvarpið hevur síðstu vikuna roynt at fáa at vita, um eftirmetingin er farin í gongd, hvør stendur fyri henni - um tað er Fiskimálaráðið, sum eftirmetir seg sjálvt ella onkur annar - og nær eftirmetingin verður liðug.

Løgmansskrivstovan vísir til Fiskimálaráðið, og í Fiskimálaráðnum verður víst til sjálvan landsstýrismannin.

Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, váttar tó fyri Kringvarpinum ídag, at arbeiðið ikki er farið ígongd.

-Nei, her er eingin arbeiðssetningur orðaður enn. Málið liggur hjá Høgna Hoydal, er einasta viðmerkingin frá Rógva Reinert ídag.

Høgni Hoydal fór av landinum í arbeiðsørindum mánamorgunin. Hann fór tá á árliga fundin millum fiskimálaráðharrar í Norðuratlantshavi, sum hesaferð verður hildin í kanadiska býnum Toronto og hann verður ikki aftur í Føroyum fyrr enn í annaðkvøld. 

Kringvarpið tosaði við Høgna Hoydal um eftirmetingina í Fiskimálaráðnum, hósdagin í síðstu viku. Tá var einasta viðmerkingin:

- Eg havi einki ítøkiligt at siga í dag, ring aftur í morgin.

Síðani tá hevur Høgni Hoydal ikki verið at hitta.

Herfyri setti løgtingið kanningarstjóra at kanna landsstýrismannin í fiskivinnumálum fyri hansara leiklut í málinum um ólógliga fluttu veiðiloyvini. Kanningarstjórin skal eisini meta um, hvørt løgmaður hevur røkt sína eftirlitisskyldu.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Vágskálin
205823
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Mikudag 18. mars
Sjálvstýri í heita stólinum (4:7)
205808
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791