Vágs kommuna strikar skuld, pengarnir fáast ikki

Vágs kommuna strikar skuld, pengarnir fáast ikki
Talan er um gamla skuld, sum ikki verður goldin, hóast rykt er nógvar ferðir. Fólk skylda fyri barnaansing og neystagrundir
Vágs býráð strikar skuld hjá 34 borgarum.
 
31.08.2017 - 11:51

34 fólk, sum skylda Vágs kommunu pengar, sleppa nú undan at gjalda skuldina. 

Býráðið hevur strikað hana.

Skuldin er tilsamans 18.745 kr. 

Hon er eldri enn 1.januar 2013.

Nógvir rykkjarar

Skuldin stavar frá barnaansing og Vágs havn, sum leigar neystagrundir.

Bókhaldið hjá Vágs kommunu hevur sent nógvar rykkjarar eftir pengunum.

Størsti skuldarin er fluttur til Danmarkar. 

Einki svar er komið haðani upp á rykkjarar seinastu árini, stendur í skránni fyri býráðsfundin.

Mánadagin samtykti býráðið so einmælt at strika skuldina hjá øllum 34.

 
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386