Føroyingar í vanda fyri at missa pengarnar frá SU

Føroyingar í vanda fyri at missa pengarnar frá SU
Dansk Folkeparti, stuðulsflokkur hjá donsku stjórnini, krevur sjey ár í Danmark fyri at fáa SU
Føroyingar, sum til dømis fara í lærda háskúlan í Keypmannahavn, eru nú í vanda fyri missa SU.
 
08.09.2017 - 07:32

Føroyingar skulu nú hava verið í Danmark í sjey av seinastu átta árum fyri at fáa pengar frá SU, Statens uddannelsestøtte. 

Kravið um tey sjey árini kemur frá Dansk Folkeparti, sum er stuðulsflokkur hjá stjórnini hjá Lars Løkke Rasmussen.

Kravið kemur í sambandi við samráðingarnar um fíggjarlóg fyri 2018.

Dansk Folkeparti ætlaði bara at lata kravið verða galdandi fyri fólk í ES.

Men ES reglur og mannarættindi gera, at tað ber ikki til.

Tí noyðist flokkurin eisini at lata kravið vera galdandi fyri danskar ríkisborgarar, sigur René Christensen, talsmaður í fíggjarmálum hjá Dansk Folkeparti við Danmark Radio.

Føroyingar eru danskir ríkisborgarar. Men sambært Dansk Folkeparti ikki í hesum førinum. Uppskotið er ikki galdandi fyri føroyingar.

Í januar í ár fingu 6.770 fólk úr øðrum ES londum enn Danmark pengar frá SU. 

Stjórnin er longu spurd  

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, hevur hevur longu spurt donsku stjórnina um málið.

Hann sigur, at stjórnarflokkarnir hava tikið væl í móti uppskotinum hjá Dansk Folkeparti. Tað ørkymlar. 

Tí um hetta verður veruleiki, so fer tað at raka so at siga allar føroyingar, sum fara til Danmarkar at lesa, sigur Sjúrður Skaale.

Hann hevur eisini víst stjórnini á, hvussu trupulleikin kann loysast.

Á øðrum økjum er uppihald í Føroyum og Grønlandi javnsett við uppihald í Danmark. Tað er upplagt at gera tað sama í hesum førinum, sigur Sjúrður Skaale.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858