Velja nýggjan formann mikudagin

Velja nýggjan formann mikudagin
Annita á Fríðriksmørk ella Magnus Rasmussen verður nýggjur formaður í landsstýrismálanevndini
Jógvan Skorheim hevur lagt frá sær sum formaður í landsstýrismálanevndini
 
10.09.2017 - 09:28

Mikudagin fer landsstýrismálanevndin at velja nýggjan formann.

Og tað verður annaðhvørt Annita á Fríðriksmørk úr Tjóðveldi ella Magnus Rasmussen úr Sambandsflokkinum, sum verður formaður.

Jógvan Skorheim hevur lagt frá sær sum formaður í landsstýrismálanevndini.

Hann heldur, at nevndin fær ikki arbeitt, tí hon hevur ov fáar heimildir.

Vil hava formansskapin uppí

Jógvan Skorheim vil eisini, at formansskapurin velur nevndina av nýggjum, men tað er ikki bara, sum at siga tað, tí so skulu allar løgtingsnevndirnar veljast av nýggjum, og tað krevur ein meiriluta í Løgtinginum.

Tað er landsstýrismálanevndin sjálv, sum ger av, hvussu hon skipar seg. 

Men Sjálvstýri skipaði seg í valbólk saman við samgonguni, tá nevndarsessirnir vórðu býttir í løgtinginum eftir løgtingsvalið í fyrraárið.

Tað er kortini ikki meira bindandi enn so, at Jógvan Skorheim kann velja Magnus Rasmussen til formann, um hann vil tað.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938