Vil ikki játta pening til kanningarstjóra

Vil ikki játta pening til kanningarstjóra
Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit til uppskotið frá løgtingsformanninum um eina millión í eykajáttan
 
14.09.2017 - 16:18

Umboðið hjá Tjóðveldi í fíggjarnevndini, Pauli Trond Petersen, tekur ikki undir við uppskotinum frá Pálli á Reynatúgvu, løgtingsformanni, um eina millión krónur í eykajáttan til kanningarstjóra at kanna Høgna Hoydal, landsstýrismann, og Aksel V. Johannesen, løgmann.

Øll hini í nevndini, bæði samgonguumboðini og andstøðuumboðini, taka undir við uppskotinum.

Longu tá málið var til fyrstu viðgerð í tinginum 16. august, boðaði Pauli Trond Petersen frá, at hann tók ikki undir við uppskotinum, tí peningurin hevði farið betur til onnur endamál.

Páll á Reynatúgvu hevur sett Kristinu Samuelsen, advokat, at kanna leiklutin hjá Høgna Hoydal í málinum at flyta veiðiloyvi og hjá løgmanni, sum hevur eftirlit við landsstýrisfólkunum.

Løgtingsformaðurin sigur í viðmerkingunum til umbønina, at tað er ikki greitt, hvussu nógv kanningin fer at kosta, men mett verður, at upphæddin, sum biðið verður um, røkkur til tann partin av kanningini, sum verður gjørdur í ár.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938