Teir somu sum ruddaðu eftir eldin skulu byggja

Teir somu sum ruddaðu eftir eldin skulu byggja
Sp/f MTV byggivirki skal byggja Varðan Pelagic á Tvøroyri uppaftur. Arbeiðið byrjar nú
Veggurin millum virkið og frystigoymsluna helt móti eldinum. Fundamentini til nýggja virkið eru stoypt.
Mynd: Mynd: Varðin  
 
17.09.2017 - 15:32

Varðin Pelagic á Tvøroyri byrjar aftur um ársskiftið ella fyrst í 2018. 

Tí boðar Varðin frá á heimasíðu sínari.

Eldur var í Varðanum Pelagic 9.juni. 

Alt fyri eitt varð avgjørt at byggja virkið uppaftur.  

Surimivirkið er við

Ætlanin um surimivirkið stendur eisini við. 

Virkið var um at fara í gongd, tá eldur var í.

Surimivirkið slapp undan eldinum, men fekk tó skaða.

Bygningurin er tí tikin niður.

Felagið hjá Thorman og Mortani Vang, Sp/f MTV-byggivirki í Froðba, skal byggja Varðan Pelagic uppaftur.

Tað var eisini tað felagið, sum ruddaði eftir eldsbrunan. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025