Vinnunevndin skal hava annan formann

Vinnunevndin skal hava annan formann
Ivamálið er bara, um Bjarni Hammer fer at takka fyri seg í næstu viku, ella um ein mánaða, tá vinnunevndin hevur viðgjørt fiskivinnunýskipanina.
 
20.09.2017 - 17:53

Tá samgongan varð skipað 14. september 2015, varð avtalað í vinnunevndini at býta formanssessin millum Javnaðarflokkin og Tjóðveldi.

Javnaðarmaðurin Bjarni Hammer hevur verið formaður í tvey ár, og nú eigur Tjóðveldi tørn.

Tjóðveldi hevur tvey umboð í vinnunevndini. Tey eru Bjørt Samuelsen og Ingolf S. Olsen, sum er varamaður fyri Magna Arge.

Sum skilst fer Bjørt Samuelsen at taka við sum forkvinna, tí Magni Arge er farin aftur í fólkatingið.

Nýskipanin aftur í nevndina

Vinnunevndin fer nú at viðgera uppskotið hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, um fiskivinnunýskipan.

Tað einasta, sum Bjarni Hammer vil siga seinnapartin er, at hann veit um hasa avtaluna, men hann veit einki um, at nevndin skal skifta formann í næstu viku.

Men Tjóðveldi heldur fast um, at avtalan var at skifta formannin nú, og at formansskiftið skal avgreiðast í næstu viku.

Stendur tað til Tjóðveldi, so eiga tey formanssessin, nú fiskivinnunýskipanin skal viðgerast í vinnunevndini.

Samgongan er samd

Men tað fer ikki at broyta uppskotið um fiskivinnunýskipan, tí samgongan er samd um uppskotið, sum landsstýrismaðurin er farin í løgtingið við.

Men samgongan er samstundis sinnað at slaka fyri at fáa breiðari semju.

Sambandsflokkurin hevur sagt, at um ein munandi minni partur verður seldur á uppboðssølu, so røkist fyri breiðari semju.

Ein treyt hjá Sambandsflokkinum er eisini, at útlendskur kapitalur verður verandi í føroysku fiskivinnuni.

Og Bjarni Hammer, sum enn er formaður í vinnunevndini, segði við Kringvarpið í gjár, at hann kann væl taka undir við, at uppboðssøluparturin verður minni, og hann er eisini sinnaður at umrøða, at útlendskur kapitalur verður verandi í føroyskari fiskivinnu.

Andstøðan hevur meirilutan

Andstøðan hevur meirilutan í vinnunevndini. Tí kann andstøðan steðga formansskiftinum, um hon vil tað.

Men tað er kortini vert at hava í huga, at Sjálvstýri skipaði seg í valbólk saman við samgonguni, tá nevndarsessirnir vóru býttir í Løgtinginum eftir løgtingsvalið.

Jógvan Skorheim, formaður í Sjálvstýri, sum eisini er í vinnunevndini, var ikki at hitta seinnapartin.

Í øllum førum ætlar samgongan at skifta formann í vinnunevndini. Spurningurin er bara, um tað verður í næstu viku, ella tá fiskivinnunýskipanin er samtykt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Fyrsta val 19. marts 2026
205872
Hósdag 19. mars
Andgletturin
205868
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 19. mars
Undir egið borð
205875
Hósdag 19. mars
APO00177 - teknmálstulkað
205870
Hósdag 19. mars
Andgletturin - Fólkaflokkurin
205869
Hósdag 19. mars
Miðflokkurin í heita stólinum (5:7)
205862