Fimm mánaðir fyri at smugla hash á Eystaru vág

Fimm mánaðir fyri at smugla hash á Eystaru vág
Tveir menn eru dømdir fyri hash, sum varð tveitt fyri borð á Havnarvág
Nógvir mátar verða brúktir til at smugla hash. Ein er at blaka tað á sjógv, so tað fer uttan um tolleftirlitið. Men tað lukkast ikki hvørja ferð.
 
02.10.2017 - 10:51

Tveir menn, sum búgva í Keypmannahavn, eru dømdir í Føroya rætti fyri at royna at smugla hash til Føroya op selja tað her.

Teir noktaðu seg sekar.

Men teir fingu ávikavist fimm mánaða og 60 daga fongsulsrevsing.

Royndirnar vórðu gjørdar í juni, juli og í september í ár.

Teir báðir komu úr Danmark við Norrønu. Hashið var í sodavatnsfløskum, sum blivu tveittar fyri borð í Havn og síðani tiknar upp aftur úr sjónum.

Annar maðurin er dømdur fyri smuglingina í juni og juli, og báðir fyri royndina í september. 

Í juni og í juli vórðu 35 gramm av hashi seld ella latin einum triðja fólki.

Minst hálvt kilo hvørja ferð

Í báðum førum var sambært ákæruvaldinum talan um ikki minni enn hálvt kilo av hashi. 

Tá Norrøna kom úr Danmark tíðliga mánamorgunin 4.september vóru báðir menninir við.

Mannagongdin var tann sama, tvær plastfløskur við hashi vórðu blakaðar á sjógv.

Men bæði tollarar og politistar fingu illgruna til menninir, og teir vórðu tiknir og varðhaldsfongslaðir. 

Hald er lagt á 567,1 gramm av hashi, sum politiið fann uppi á øðrum manninum og á eystaru vág.

Menninir, sum báðir eru føddir í 1981, eru eisini dømdir at rinda sakarkostnaðin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025