Kann byrja næsta ár men eingir pengar eru til veg

bannari
Kann byrja næsta ár men eingir pengar eru til veg
Arbeiðið upp á eitt strekki av innkomuvegnum til Havnar kann byrja tíðliga næsta ár. Men pengar eru ikki.
Partur av innkomuvegnum, sum er gjørdar fyri nógvum árum síðani. Ovast á Sundsvegnum.
 
06.10.2017 - 12:45

Arbeiðið upp á innkomuvegin til Havnar kann byrja fyrst í komandi ári.

Tað arbeiðið  kostar 45 mió. kr. 

Men landsstýrismaðurin hevur bara 2,5 mió. kr. í uppskotinum um fíggjarlógini fyri 2018. 

Tórshavnar kommuna og Samferðslumálaráðið gjørdu avtalu um innkomuvegin fyri einum ári síðani.

Sambært henni skal innkomuvegurin til Sundsvegin og Villingardalsvegin vera liðugur, tá Eysturoyartunnilin er liðugur. 

Hann verður liðugur seint í 2020.

Óvissa um seinasta strekkið 

Í avtaluni frá 7.oktober í fjør tendur, hvør rindar hvat, landið, kommunan og P/f Eystur- og Sandoyartunlar. 

Henrik Old, landsstýrismaður, og Heðin Mortensen, sum var borgarstjóri, skrivaðu undir. 

Har stendur ikki, nær arbeiðini skulu gerast. Har stendur, at tilfar úr Eysturoyartunlinum skal brúkast til vegargerðina. 

Í avtaluni stendur, at tá ferðstrýstið krevur tað, verður tunnil gjørdur frá Villingardalsvegnum móti Oyggjarvegnum, ikki er avgjørt, hvar hann endar syðru megin.

Hendan tunnil skulu landið og Tórshavnar kommuna rinda helvt um helvt.

Men einasta avgerð um hann, er tann, at hann skal gerast. 

Fáir pengar

Henrik Old segði við Útvarpið fyrr í vikuni, at hann hevði bara 2,5 milliónir krónur til verkætlanina næsta ár.

Hann helt tó, at byrjar arbeiðið í 2019, verður tað liðugt síðst í 2020.

Men Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, er sera misnøgd, tí, sum hon sigur, landið heldur ikki avtaluna, sum varð gjørd í fjør.

Í avtaluni er einki krónutal. 

Á fundi 5.september í ár millum Tórshavnar kommunu, Samferðslumálaráðið og Landsverk varð upplýst, at Henrik Old hevur biðið Fíggjarmálaráðið um 45 milliónir krónur til fyrsta vegarteinin og grót úr tunlinum. 

Hetta arbeiðið kann byrja fyrst í 2018.

Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018 eru bara 26 mió. kr. til allar vegir í landinum, sigur Henrik Old. Tí hevur hann barav 2,5 milliónir til innkomuvegin.    

30 ár síðani 

Fyrsta avtalan um innkomuveg til Havnar er 30 ára gomul í ár.

Í 1987 skrivaðu Lasse Klein, sum tá lansdsstýrismaður tá, og Poul Michelsen, sum var býráðsformaður tá, undir semju um veg í Hoyvíkshaganum.

Tá var Eysturoyartunnilin ikki á skránni, men Kollfjarðartunnilin.

Endamálið við semjuni tá sum nú var at lætta um ferðsluna í Havn. Sambært semjuni skuldi vegurin verða liðugur í 1995.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961