Eyka skatt á donsku fiskivinnuna

Eyka skatt á donsku fiskivinnuna
Yvirskotið í donsku fiskivinnuni er nú so stórt, at serfrøðingar mæla til eitt tilfeingisgjald
 
12.10.2017 - 10:18

Tað gongur so væl í donsku fiskivinnuni, at serfrøðingar nú skjóta upp, at leggja ein eyka skat á fiskivinnuna.

Tað skrivar dr.dk

Tað gekk illa hjá donsku fiskivinnuni í 00´unum, men gongdin er vend, og yvirskotið í vinnuni er tvífaldað uppá trý ár, vísur frágreiðing frá ES kommisiónini - úr 379 milliónum í 2012 til 789 milliónir í 2015. 

Yvirskotið er nú 23 prosent av samlaðu inntøkunum í fiskivinnuni, og tað er eitt nógv størri yvirskot end vanligt er í vinnulívinum, siga sefrøðingar. 

Poul Degnbol, professari við lærda háskúlan í Aalborg, heldur, at orsøkin til stóra yvirskotið í fiskivinnuni er kvotuskipanin, sum kom í gildið fyri tíggju árum síðani.

Skipanin gjørdi tað møguligt hjá reiðarum og fiskimonnum at keypa og selja kvotur. Tað hevur havt við sær, at nógv færri fiskimenn og skip eru í flotanum, men fíggjarstøðan í vinnuni er vorðin nógv betur. 

Poul Degnbol vísur, eins og hinir serfrøðingarnir, á, at landið hevur givið kvoturnar ókeypis til fiskivinnuna, meðan ein skattur er á flest øllum øðrum náttúrutilfeingi, millum annað olju og gassi. "Tað er tað sama sum at geva oljuna ókeypis til vinnuna uttan at leggja ein skatt omaná", sigur Poul Degnbol. 

Serfrøðingarnar halda, at tað, sum landið fær inn í skattum, skal verða við til at fíggja tær útreiðslur, sum landið hevur av at hava eftirlit við og umsita kvotuskipanina. 

Vilja samráðast

Og í felagnum hjá størstu reiðaríunum vísa teir ikki burtur hugskotið: "Vit eru til reiðar at samráðast um uppskotið, tí vit hava virðing fyri fiskivinnuskipanini, sum vit hava í Danmark", sigur Esben Sverdrup-Jensen, stjóri í Dansk Pelagisk Producentorganisation.

Han sigur tó, at ein skattur kann hava neiliga ávirkan á menningina í fiskivinnuni, tí færri pengar verða til íløgur. 

Danskir politikarar eru ójavnir á málið um uppskotið, summir halda, at fiskivinnan má hava betri tíð at koma fyri seg, áðrenn skattur verður lagdur á hana, meðan aðrir halda at hugskotið er gott.

Í løtuni eru samráðingar í Fólkatinginum um lógarbroytingar í sambandi við eftirlitið og umsiting av fiskikvotunum. Landið hevur fingið harðar atfinnginar frá ríkisgrannskoðanin fyri eftirlitið við kvotum og sonevndum kvotukongum, men ein tilfeingisrenta kann verða  við til at fíggja eitt betri eftirlit við kvotuskipanini halda fleiri politikarar og serfrøðingar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985