Betri ávarar um teldusníkar

Betri ávarar um teldusníkar
Betri Banki ávarar um teldusníkar, sum siga seg umboða stroymingarfyritøkuna Netflix ella Apple.
 
13.10.2017 - 10:45

Teldusníkarnir senda fólki teldupost, har teir siga seg vera frá Netflix. Biðið verður um at dagføra kontuupplýsingar, sum liggja inni hjá Netflix. Á tann hátt kunnu teldusníkarnir fáa kontuupplýsingar hjá fólki.

Betri skrivar á heimasíðuni, at fært tú ein slíkan teldupost, er tað umráðandi IKKI at trýsta á leinkið í teldupostinum. 

Heldur skulu fólk fara inn á veruligu heimasíðuna hjá Netflix ella Netflix-appina, logga á og kanna, um upplýsingarnar eru rættar.

Teldusníkar senda eisini teldupostar út, har teir siga seg verða frá Apple. 

Í teimum teldupostunum stendur, at keypt er við tínum korti, men at tú kanst strika tað við at fylgja eitt leinki.

Betri heitir á fólk um IKKI at trýsta á leinkið, men heldur sjálvi kanna á netbankanum, um keypt er við kortinum.

Um illa vil til, og skaðin er hendur, heitir Betri á fólk um at seta seg í samband við bankan beinan vegin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423