Ung í Klaksvík roykja minni men fleiri drekka nú

Ung í Klaksvík roykja minni men fleiri drekka nú
Fyri aðru ferð eru næmingar í níggjunda flokki á Skúlatrøð við í evropeiskari kanning
Ung í Klaksvik kunnu samanberast við ung í átta býum í Evropa í kanningini.
 
27.10.2017 - 11:15

Tey ungu í Klaksvík roykja minni nú enn fyri tveimum árum síðani, men tey drekka meira.

Fyri aðru ferð eru næmingar í níggjunda flokki á Skúlatrøð í Klaksvík við í kanningini, sum verður gjørd annað hvørt ár í nógvum londum í Evropa.

Í 2015 søgdu knappliga 13 prosent av teimum ungu í Klaksvík seg roykja hvønn dag. Nú er talið knappliga níggju prosent.

Men nógv fleiri 15 og 16 ára gomul í Klaksvík drekka meira nú enn tey gjørdu fyri tveimum árum síðani.

Kannabis

Spurt varð eisini um rúsevni. Í 2015 segði eingin drongur í níggjunda flokki á Skúlatrøð seg hava roynt kannabis.

Í ár er hetta talið góð sjey prosent.

Størsta broytingin frá 2015 og 2017 eru sissandi evni og soviheilivágur. Nú siga knappliga níggju prosent seg hava roynt slík evni eina ferð ella fleiri ferðir.    

Spurt er eisini um sambandið við foreldrini, um skúlan og um ítrótt og annað frítíðarvirksemi.  

60 í Klaksvík

Kanningin eitur Youth in Europe, og endamálið er at kanna trivnaðin hjá ungum fólki.

12.360 næmingar í níggju býum eru við í kanningini hesaferð. 60 teirra eru í Klaksvík.

Kanningarúrslitini frá 2015 og 2017 eru á heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu. Har ber eisini til at siggja samanburð millum Klaksvík og hinar býirnar, sum eru við í kanningunum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. juli
Radio Stjernekilde - Partur 9
209137
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817