Yvirgangur í New York: "Kendist væl at drepa"

Yvirgangur í New York: "Kendist væl at drepa"
Tann 29-ára gamli maðurin, sum koyrdi á og drap átta fólk í New York, var í rættinum í gjár, har hann greiddi frá atsóknini, sum hann framdi fyri IS
Sayfullo Saipov legði undir avhoyringum dent á, at tað kendist væl at drepa
 
02.11.2017 - 10:27

29 ára gamli Sayfullo Saipov, sum koyrdi á og drap átta fólk í New York, og særdi 12 onnur, sigur, at hann framdi atsóknina fyri Islamska Statin.

Samstundis klegði hann dent á, at tað kendist væl at drepa fólkini.

Tað kom fram í rættinum í New York í gjár, har rætturin gjørdi av at fongsla hann.

Saipov hevur sagt løgregluni, at hann legði atsóknina til rættis í meir enn eitt ár. Fyri tveimum mánaðum síðani gjørdi hann av, hvar atsóknin skuldi vera og fyri einari viku síðani gjørdi hann av, hvønn bil hann ætlaði at nýta.

Hann hevur eisini greitt frá, at hann valdi 31. oktober, tí tá fóru nógv fólk at vera í gøtunum í New York.

Gjørdi tað fyri Islamskan Stat

Hann bað samstundis myndugleikarnar um at heingja eitt flagg hjá Islamskum Stati upp á sjúkrastovuni. Eisini lá ein seðil í bilinum, sum yvirgangsmaðurin brúkti, og seðilin vísti til Islamskan Stat.

Yvirgangsmaðurin varð tikin, eftir at hann varð skotin í búkin, og nú er hann skuldsettur fyri yvirgang.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur kravt, at Sayfullo Saipov verður dømdur til deyða fyri atsóknina. Hetta hevur hann millum annað skrivað á Twitter: 

 

 

IS drála
Sambært Danmarks Radio, hevur IS tó ikki tikið ábyrgd av atsóknini enn. Hetta kann vera tí, at yvirgangsmaðurin enn er á lívi.

Tað er annars óvanligt, at fólk sum fremja atsóknir fyri Islamskan Stat vilja tosa við løgregluna.

Nú kunnu myndugleikarnir kanna, um hald er í tí sum Saipov segði á rættarfundinum.

Virkaði ikki einsamallur

Amerikanska samveldisløgreglan, FBI, hevur tikið ein mann aftrat, tí hon heldur at hann hevði eitthvørt við yvirgangsatsóknina í New York at gera.

Talan er um ein 32 ára gamlan mann úr Usbekistan

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. mars
Góðan morgun Føroyar
206034
Mánadag 23. mars
Morgunlestur mánadagur 23.mars 2026
205920
Sunnudag 22. mars
Valkøn fríggjakvøldið 20. mars 2026
206022
Sunnudag 22. mars
Valkøn sunnukvøldið 22. mars 2026
206019
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. mars
Trapputing av Oyrasundi
206018
Sunnudag 22. mars
Andaktin
206013
Sunnudag 22. mars
Guðstænasta úr Kunoyar kirkju
206001
Leygardag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205984
Fríggjadag 20. mars
Tinggáttin
205979