Leitar eftir skipasmiðju uttanlands

Leitar eftir skipasmiðju uttanlands
Skrokkurin til havrannsóknarskipið skal gerast uttanlands og vera liðugur á sumri 2019
Um knappliga tvey ár skulu Føroyar hava nýtt havrannsóknarskip.
 
13.11.2017 - 12:07

Skipasmiðjan Mest leitar enn eftir einari skipasmiðju uttanlands, sum kann smíða skrokkin til føroyska havrannsóknarskipið.

Skrokkurin skal vera liðugur á sumari 2019. 

Síðani verður skipið gjørt liðugt á Skála. 

Tað skal vera liðugt á sumri 2020.

Løgtingið samtykti 25.august at byggja havrannsóknarskip.

Skipið skal kosta í mesta lagi 307,6 mió. kr. Tá er stuðulin til skipasmiðjur taldur við.

Sáttmálaprísurin er stívliga 277 milliónir, og stuðulin er átta prosent av tí, tað eru 22 milliónir krónur. 

Landsstýrið hevur gjørt sáttmála við Mest um at byggja skipið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 24. august
Veðrið
212203
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006