22 nýggjar íbúðir undir Gráasteini

22 nýggjar íbúðir undir Gráasteini
Bústaðir hevur fingið loyvi at halda fram við útstykkingini av íbúðum Undir Gráasteini
 
14.11.2017 - 12:53

Byggi- og býarskipanarnevndin í Tórshavnar býráð hevur samtykt at geva Bústøðum loyvi at halda fram við ætlanini at útstykkja undir Gráasteini til 22 íbúðir, upplýsir Tórshavnar kommuna í tíðindaskrivi.

Lendið, sum byggjast skal á, er í Havnardali, oman fyri krossin Landavegur-Velbastaðvegur.

Íbúðirnar verða í tveimum hæddum.

Á fyrstu hædd verða íbúðir við serligum atliti at rørslutarnaðum.

Íbúðirnar verða bygdar í røðum eins og raðhús.

Uttan um íbúðirnar verður felagsøki, ið eisini skal hýsa felagshøli og virkishøli til børn.

Íbúðirnar verða hitaðar upp við jarðhita.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025