- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leigusáttmálar lúka helst ikki ásetingar
Sum leigusáttmálin fyri lestraríbúðunum í Marknagili er orðaður, lýkur hann helst ikki ásetingarnar um tíðaravmarkaða leigu. Tað heldur Mimi Steintórsdóttir, advokatur.
Tað er serliga ein orðing um, at fólk sleppa at flyta inn aftur eftir summarfrítíðina, sum ger, at sáttmálin ikki lýkur krøvini til at vera tíðaravmarkað leiga í leigulógini.
Út um summarið
Lestraríbúðirnar í Marknagili eru um at vera lidnar, men viðurskiftini kring leigusáttmálarnir eru heldur ógreið.
Fyri góðari viku síðani kom fram, at útleigarin, smápartafelagið Mark, vil hava tey lesandi út í summarfrítíðini, tí tá skulu íbúðirnar brúkast til annað virksemi.
Sambært leigulógini er ikki loyvt at koyra fólk út í eitt tíðarskeið fyri síðani at lata leigimálið halda fram, men tað eru ráð fyri tí.
- Fyri at kunna gera tað lógliga, so mugu tey gera eina stuttfreistaða leiguavtalu, sum gongur fram til juli, og so má hon endurnýggjast frá 1. august. Tað sigur formaðurin í leigunevndini, Andrass Holm Arge.
SÍ EISINI: Ikki loyvi at koyra fólk út
Mark fylgdi ráðunum
Og hjá leigunevndini fekk smápartafelagið Mark júst hesi ráð, um tey vildu umgangast leigulógina
Vildu tey koyra tey ungu út í ein mánað um árið, var bara at gera stutttíðarleigumál og endurnýggja leigumálið seinni.
Tað hevur Mark gjørt og í leigusáttmálanum stendur, at leigumálið er frá 30. september til 30. juni.
Haraftrat stendur, at leigumálið er galdandi skúlaárið 2017-2018 fram til 30. juni 2018, og at leigumálið er tøkt aftur til skúlabyrjan næsta ár - tað vil siga 1. august 2018. Í sáttmálanum stendur at lesa, at sáttmálin ikki fevnir um juli-mánaða, tá leigumálið skal brúkast til annað endamál.
Lýkur ikki treytirnar
Sambært Mimi Steintórsdóttir, advokati, skal eitt stutt-tíðarleigumál enda og kann ikki halda fram. Prinsipielt kann man gott gera ein sáttmála fyri eitt skúlaár, sigur hon, men skal leigusáttmálin lúka treytirnar fyri tíðaravmarkaða leigu, skal leigumálið halda uppat. Tá hevur leigarin ikki krav uppá, at flyta inn aftur, tá skúlaárið byrjar aftur.
- Um leigarin kærir til leigunevndina, so kann leigurevndin siga, handan treytin er ólóglig, og hetta er í veruleikanum eitt vinnuligt leigumál, tí kanst tú ikki vera blakaður út. Tað kundi til dømis verið ein avgerð hjá leigunevndnini.
Soleiðis sigur Mimi Steintórsdóttir, sum ráðir Mark til at broyta leigusáttmálarnir.
Ongar ætlanir at broyta leigusáttmálan
Gordon Rajani, stjóri í Mark, sigur í stuttari viðmerking, at enn hevur eingin kært, og hann hevur ongar ætlanir hevur um at broyta sáttmálan.
Sambært leigusáttmálnum eru leigumálini í Marknagili góðar 15 fermetrar, og atgongd er til felags vaskimaskinu.
Leigukostnaðurin er 3.990 við ljósi, hita og interneti.