Mugabe settur frá sum flokksleiðari

Mugabe settur frá sum flokksleiðari
Forsetin í Zimbabwe, Robert Mugabe, bleiv á einum fundi í morgun settur frá sum leiðari í stjórnarflokkinum Zanu-PF
 
19.11.2017 - 12:16

Hann hevur havt valdið yvir tjóðini í 37 ár, men nú Robert Mugaber ikki longur leiðari í Zanu-PF, upplýsa keldur til Reuters í morgun.

 

Robert Mugabe, sum er 93 ára gamal, er settur í húsavarðhald av leiðaranum í herinum í Zimbabwe, og harafturat hevur ein stórur partur av teimum 1,6 milliónunum av íbúgvunum verið úti á gøtunum í høvuðsstadnum Harare og mótmælt Mugabe.

 

Roknað verður við, at varaforsetin, Emmerson Mnangagwa, sum bleiv koyrdur frá fyrr í mánaðinum av sjálvum Mugabe, fer at reka forsetaembæti. Somuleiðis sær út til, at Mnangagwa fer at blíva stjórnarleiðari

 

Bæði Mugabe og Mnangagwa verða hildnir at standa aftan fyri ógvusligu herferðina við harðskapi móti hvítum bøndum, sivilum borgarum og politiskum mótstøðufólkum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. mai
Plátupanelið #019 (Deep Cuts)
174644
Sunnudag 5. mai
Dansibandguðstænasta í Vági
174634
Sunnudag 5. mai
Rokk og ró 4. mai 2024
174636
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444