Ætlan um nýtt skip í vanda av lógaruppskoti

bannari
Ætlan um nýtt skip í vanda av lógaruppskoti
JFK finst at ætlanini hjá landsstýrinum um veiðigjald. Gjaldið fer at forða fyri íløgum í nýggj skip, sigur felagið
Hanus Hansen er stjóri í JFK. Hann hevur undirskrivað brævið frá felagnum til,Vinnunevndina.
 
22.11.2017 - 11:41

Nýggja skipið, sum JFK sigur seg hava ætlan um at byggja til at fiska í Barentshavinum, fer ikki at hava eina krónu eftir til veiðigjaldið, tí skipið verður rikið við undirskoti.

JFK hevur roknað út, hvørja ávirkan, ætlaða veiðigjaldið hevur á verkætlanina, sigur felagið í skrivi til Vinnunevndina.

Nýggja skipið kostar 350 mió. kr. Hetta er skip, sum kann taka alt av fiskinum til lands. 

Veiðigjaldið fer eisini at hava við sær, at føroysk reiðarí hava ikki pengar til endurnýgging.

JFK mælir tí til ikki at áleggja vinnuni gjøld, sum gera tað ómøguligt at standa í móti sveiggjum í fiskivinnuni og harafturat forða fyri, at til ber at endurnýggja flotan.

Leigað skip

JFK vísir eisini á, at í viðmerkingunum um lógaruppskotið sigur landsstýrið seg vænta, at fleiri skip verða leigað, tá nýggja lógin um fiskivinnuna er komin í gildi.

Tí kann hugsast, at fleiri feløg ikki gera íløgur í skip. 

Hetta er heilt burturvið, sigur JFK.

Tað kann ikki vera rætt, at fiskivinnutjóðin Føroyar í framtíðini skal seta sítt álit á, at tilvildarlig útlendsk skip skulu leigast inn í føroyska fiskiflotan, sigur felagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974