Kann leingja veiðiloyvini eitt ár ella fimm ár

Kann leingja veiðiloyvini eitt ár ella fimm ár
Uppskotið hjá Miðflokkinum er komið aftur á tingborð, men andstøðan í Vinnunevndini hevur broytt tað
Løgtingið hevur møguleikan at leingja verandi veiðiloyvi.
 
06.12.2017 - 07:48

Uppskotið um at leingja galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap er komið aftur úr Vinnunevndini.

Miðflokkurin legði uppskotið fram fyrst í august.

Meirilutin í Vinnunevndini, sum er andstøðan, mælir tó til at broyta uppskotið, so verandi skipan verður longd eitt ár í staðin fyri tvey, sum Miðflokkurin skeyt upp. 

Tað merkir, at galdandi veiðiloyvi vera í gildi til 1.januar í 2019.

Royndu semju

Hetta er gjørt í eini roynd at fáa semju, sigur meirilutin.

Men tað eydnaðist tó ikki, tí samgongufólkini í Vinnunevndini mæla frá at samtykkja uppskotið.

Í øðrum lagi mælir meirilutin í Vinnunevndini til at loyvini verður endurnýggjað fimm ár og ikki tvey ár. 

Meirilutin mælir til at strika orðini í uppskotinum hjá Miðflokkinum um, at veiðiloyvi, sum verða endurnýggjað, hava gildi í tvey ár. 

Onnur veiðiloyvi, sum verða latin eftir 1.januar 2020, hava gildi í tvey ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203