Koyrilíkindini

Koyrilíkindini
Tað er framvegis nógvur vindur, og tað er eisini kalt, so nakað av kava er komið niður í nátt. Koyrilíkindi eru hampilig hjá persónbilum
 
08.12.2017 - 07:40

Tað ávirkar koyrilíkindini kring landið.

Árni Jacobsen er økisleiðari hjá Landsverki, og hann segði soleiðis um koyrilíkindini klokkan sjey:

- Tað er hált um alt landið í morgun, og tað er nakað av jarðroki meðan ælini ganga, og tað er faktisk allastaðni kring alt landið. Veginir eru frá frostmarkinum niður á eini 3 kuldastig. Tað er kalt og frost í morgun, og tað er nógvur vindur framvegis og nakað av kavaælingi, sigur hann og heitir á bilførarar um at ansa sær og koyra varðliga á landsvegnum í morgun. 

Serliga á Gjáarvegnum er tað vindhart, og tað liggur um 30 m/s í hvirlunum. Har eru serstakliga vánalig koyrilíkindi á Gjáarvegnum.

Annars eru hampiliga góð koyrilíkindi hjá persónbilum, sigur hann. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860