Pedagogar ikki somu løn sum sjúkrarøktarfrøðingar

Pedagogar ikki somu løn sum sjúkrarøktarfrøðingar
Fíggjarmálaráðið heldur seg til ein fíggjarkarm, ið er ráðiligur, sigur Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini.
Jan Mortensen
Mynd: Savnsmynd  
 
10.12.2017 - 13:32

Fíggjarmálaráðið heldur seg til lønarkarmin í sáttmálanum, sum varð gjørdur við Starvsmannafelagið í samráðingunum við Pedagogfelagið, og hevur ikki ætlanir um at geva námsfrøðingunum ella øðrum fakbólkum somu lønarhækking, sum sjúkrarøktarfrøðingarnir hava fingið. 

Tað sigur Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum. 

Hann vísir á, at fáa fleiri fakfeløg somu lønarhækking, fara lønarútreiðslurnar hjá landinum at vaksa út um mark. Fíggjarmálaráðið noyðist at halda seg til ein fíggjarkarm, sum er ráðiligur fíggjarliga, sigur Jan Mortensen.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334