- Tíðindi, mentan og ítróttur
Demich skal gera jarðhitaskipanina á Glasi

Partafelagið Demich, skal gera higartil størstu jarðhitaskipan í Føroyum, sum er hitaskipanin til Glasir í Havn.
Sáttmálin er uppá slakar 4,7 mió. krónur.
Demich hevur útvegað sær eina nýggja maskinu, ið kann bora niður á 300 metrar dýpi í sambandi við at leiða jarðhita upp til anleggið, sum fer at nøkta umleið helmingin av hitaorkutørvinum á Glasi.
Eftir ætlan skulu borast 22 hol niður á umleið 300 metrar, sum verða veitingargrundarlagið undir jarðhitaskipanini á nýggja skúlanum.
Tað vóru Torbjørn Hansen, stjóri í Demich og Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, sum skrivaðu undir avtaluna í dag.
Demich hevur higartil veitt umleið 250 jarðhitaskipanir í Føroyum, tær flestu eru til privatar bústaðir.



























