Menningardeild í ferðavinnuni

Menningardeild í ferðavinnuni
Ein nýggj menningardeild á Visit Faroe Islands skal broyttu stuðulsskipanina og vera drívmegin í ferðavinnunmenningini kring landið
 
14.12.2017 - 10:11

Menningardeildin á Visit Faroe Islands skal umsita broyttu stuðulsskipanina, men studningurin til økisferðavinnufeløgini heldur fram til 1. januar 2019.

Tað upplýsir Poul Michelsen, landsstýrismaður, í svari til Paula Trond Petersen í Tjóðveldi, sum setti landsstýrismanninum í vinnumálum ein skrivligan fyrispurning um málið.

Menningardeildin skal vera drívmegin í ferðavinnumenningini kring landið, sigur Poul Michelsen.

Á fíggjarlógini næsta ár eru fýra milliónir krónur settar av til menningarvirksemi. Haraftrat verða galdandi stuðulsskipanir, tilsamans tvær milliónir kr., umskipaðar og fluttar í nýggja stuðulsskipan.

Nýggja skipanin verður tvíbýtt, og skal m.a. brúkast til vinnuligar og kommunalar ætlanir, sum hava til endamáls at menna nýggj ferðavinnutilboð kring landið.

Peningurin verður í útgangsstøðinum veittur eftir krónu-fyri-krónu meginregluni, soleiðis at tann, sum fær studningin, í minsta lagi rindar helvtina sjálvur.

Poul Michelsen heldur, at tíðin er farin frá galdandi stuðulsskipan, tí hon javnsetir ikki um øll øki í landinum, eitt nú Norðstreym.

Í flestu førum verður stuðulin brúktur til at reka kunningarstovur.

Men kunningarsovur, kommunur og økisfeløg skulu fáa eitt rímiligt skotbrá at laga raksturin til nýggju støðuna, og tí verður stuðulin til økisferðavinnufeløgini varðveittur til 1. januar 2019.

Tá fellur stuðulin til økisferðavinnufeløgini burtur, og síðani verður játtanin latin eftir nýggju reglunum um ferðavinnumenning, sigur Poul Michelsen m.a. í svarinum til Paula Trond Petersen. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Fríggjadag 3. juli
Vikuskiftið 3. juli 2026
210491
Fríggjadag 3. juli
HM-tíðindi 3. juli 2026
210478
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521