Fíggarlógin viðgjørd

bannari
Fíggarlógin viðgjørd
Løgtingið avgreiddi í nátt fíggjarlógina fyri 2018. Løgtingið er nú farið í jólafrí, og tingfundur verður ikki aftur fyrr enn í januar.
 
20.12.2017 - 09:08

Við triðju viðgerð samtykti tingið eitt broytingaruppskot frá samgonguumboðum í fíggjarnevndini og Jógvani Skorheim í Sjálvstýri.

Umboðið hjá Tjóðveldi í fíggjarnevndini, Pauli Trond Petersen, skrivaði ikki undir hetta broytingaruppskotið.

Størsta einstaka upphæddin í broytingaruppskotinum fer til at gjalda gamlar eftirstøður til serlæknar á landssjúkrahúsinum.

Tað vakti ans í tinginum, at Pauli Trond Petersen ikki skrivaði undir broytingaruppskotið hjá samgonguumboðunum í fíggjarnevndini og Sjálvstýri. 

Fyrst lækka so hækka

Undir orðaskiftinum við triðju viðgerð undraðust tingfólk í andstøðuni á, at løgtingið við aðru viðgerð hevði samtykt fleiri uppskot frá samgonguflokkunum í fíggjarnevndini um at skerja játtanir á fíggjarlógini.

Men við triðju viðgerð skutu samgongufólk og Sjálvstýri upp at hækka fleiri av hesum játtanum aftur. 

Ført varð fram, at hetta helst mundi vera tí, at landsstýrisfólkini vóru komin uppí, og vildu hava upphæddirnar hækkaðar.

Jógvan á Lakjuni í Fólkaflokkinum vísti á, at við triðju viðgerð vóru eisini nýggj rakstrarstøð komin í broytingaruppskotið.

Broytingaruppskotið frá Ruth Vang, Kristionnu Winther Poulsen, Kristini Michelsen og Jógvani Skorheim varð samtykt við 19 atkvøðum fyri og 11 ímóti. Tríggjar atkvøður vórðu blankar.

Øll andstøðuuppskot fullu

Tingfólk í andstøðuni høvdu eisini fleiri broytingaruppskot við triðju viðgerð, men tey fullu øll.

Seinasta atkvøðugreiðslan í tinginum um fíggjarlógina var klokkan eitt korter til trý í nátt.

Løgtingið er nú farið í jólafrí, og tingfundur verður ikki aftur fyrr enn í januar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751