Sparing er ikki orsøkin til onga serdeild

Sparing er ikki orsøkin til onga serdeild
Ein heildarætlan verður gjørd fyri børn og ung við psykiatriskum sjúkum. Eingin serdeild verður tí gjørd í nýbygninginum á Landssjúkrahúsinum
Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum fær nýggjan bygning.
 
04.01.2018 - 11:54

Sparing er ikki orsøkin til, at serstøk deild til børn og ung við psykiatriskum sjúkum verður ikki gjørd, nú Landssjúkrahúsið verður útbygt.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, í svari til Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmann.

Lutfalsliga fáar innleggingar eru. Og í nýbygninginum fáa øll einastovur við egnum baðirúmi.

Tá er betri at skipa hetta á annan hátt, sigur Sirið Stenberg. 

Nýggj ætlan

Í løtuni verður arbeitt við nýggjari heildarpsykiatriskari ætlan, millum annað um, hvussu vit fáa besta barna- og ungdómspsykiatriska tilboðið í Føroyum. 

Sirið Stenberg sigur, at á Psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum er skipað ein barna- og ungdómspsykiatrisk eind, sum tekur móti børnum og ungum úr øllum landinum og familjum teirra. 

Í Fíggjarlógini fyri 2018 er økið raðfest. Peningur er settur av til nýtt dagtilboð til børn og ung. 

Endamálið við dagtilboðnum er at styrkja viðgerðartilboðini til tey, sum stríðast við ótta, tunglyndi og etingarólag. 

Ætlanin er, at tað kann vera við til at forða fyri, at børn og ung verða innløgd, sigur Sirið Stenberg.

Ein sálarfrøðingur og ein sjúkrarøktarfrøðingur komu afturat nú fyrst í januar, og 1.mars verður settur eina serlækni í barna- og ungdómspsykiatri og ein læknaskrivari. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 13. juni
Radio Stjernekilde - Partur 4
209130
Leygardag 13. juni
Morgunlestur leygardagur 13.juni 2026
209286
Fríggjadag 12. juni
Vikuskiftið 12 juni 2026
209654
Fríggjadag 12. juni
Praktikanturin #15: Anna Fríða Magnussen
209647
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 13. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209664
Fríggjadag 12. juni
Veðrið
209653
Hósdag 11. juni
Veðrið
209587
Mikudag 10. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209502