Óneyðugt at broyta lógina um kannabis

Óneyðugt at broyta lógina um kannabis
Sjúklingar við serligum tørvi hava nóg góðar møguleikar at fáa kannabis heilivág frá lækna, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinnan í heilsumálum
 
20.01.2018 - 14:25

Tað er óneyðugt við eini royndarskipan í Føroyum við medisinskum kannabis. Tí sum nú er hava sjúklingar við serligum tørvi rættiliga góðar møguleikar at fáa kannabis-heilivág frá lækna.

Tað sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum, Sirið Stenberg úr Tjóðveldi. 

Løgtingið skal annars í februar viðgera, um fólk skulu kunna fáa kannabis sum heilivág. Tað er Jenis av Rana, tingmaður fyri Miðflokkin, sum hevur lagt uppskot til samtyktar fyri tingið, um at løgtingið heitir á landsstýrið um at leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um eina royndarskipan viðvíkjandi nýtslu av medisinskum cannabis.

Men Sirið Stenberg heldur, at uppskotið er óneyðugt. 

- Læknar í Føroyum hava longu heimild at útskriva kannabis-heilivág. Vit hava viðgjørt spurningin saman við landslæknanum og landsapotekaranum. Niðurstøðan hjá okkara fakmyndugleikum er, at innanfyri ta skipan, sum vit hava í dag, hava vit heimild at hjálpa teimum sjúklingum, sum hava tørv á kannabis-heilivági, sigur Sirið Stenberg.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 8. mai
Ein sangur um frælsi (1:5)
174575
Mikudag 8. mai
Góðan morgun Føroyar
174807
Mikudag 8. mai
Morgunlestur mikudagur 8. mai 2024
174297
Týsdag 7. mai
Góðan morgun Føroyar
174745
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
Veðrið
174774
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537